Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjørn spyr Hans Paula Strøm

John William Joensen

Nógv dømi eru um, at kommunulæknavaktin ikki virkar nøktandi undir núverandi skipan. Ótryggleiki valdar um skipanina, ikki minst úti um landið, skrivar Bjørn Kalsø m.a.

Munnligur fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann

1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin, at skipa kommunulæknavaktina frameftir, fyri at fáa hana at virka betur, soleiðis sum tilskilað er í samgonguskjalinum?

2. Hevur landsstýrismaðurin eitt boð uppá nær arbeiðið at endurskoða kommunulæknavaktina verður liðugt, soleiðis at betraða skipanin kann fara at virkað?

Viðmerkingar:

Nógv dømi eru um, at kommunulæknavaktin ikki virkar nøktandi undir núverandi skipan. Ótryggleiki valdar um skipanina, ikki minst úti um landið, tá tað mangan kann kennast sera óhøgligt og tvørligt at koma til lækna í bráðfeingis ørindum.

Ætlanin við skipanini, sum nú hevur virkað í rúma tíð og sum er nógv miðsavnað um Landssjúkrahúsið, var m.a. sambært landsstýrismanninum, framvegis at veita eina trygga góða læknavaktartænastu um alt landið, samstundis sum læknarnir skuldu arbeiða undir meira skipaðum viðurskifti, tí at teir mangan høvdu ótolandi arbeiðsumstøður, undir skipanini sum var frammanundan. Men broytta skipanin hevur tíverri heldur ikki víst seg at virka nóg væl. Fleiri óheppin dømi prógva, at kommunulæknavaktin kennist fjar frá brúkaranum og av tí sama mangan skapar stóran ampa, ótryggleika og ónøgd fyri bæði sjúkling og avvarðandi.

Tað hevur tí skund at fáa skipanina broytta. Aðalmálið eigur at verða at fáa eina kommunulæknavakt, sum kennist tryggari, meira brúkaravinarlig og ikki so fjar frá brúkaranum sum nú.

Landsstýrismaðurin hevur longu boðað frá, at hann ætlar at eftirmeta og endurskoða núverandi skipan, og í samgonguskjalinum er eisini tilskilað, at kommunulæknavaktin skal endurskoðast og fáast at virka betur. Tí hesir spurningar til landsstýrismannin: