Rógvi Heinason Olsen vann bronsu hjá unglingunum
FM í talvi hevur verið á Eiði seinastu dagarnar.
Jónas Sólsker úr Klaksvíkar Talvfelag gjørdist unglingameistari. Eisini bronsuvinnarin Rógvi Heinason Olsen er klaksvíkingur. Hann hevði bert hálvt stig minni enn nr. 1 og 2.
Til stuttleikar kann nevnast at nr. 2 Petur G. Magnussen er hálvur klaksvíkingur.



