Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Bjørt Samuelsen: Fiskivinnuálitið lagt fyri tingið í morgin

Jóhann Lützen

Forkvinnan í Vinnunevndini váttar fyri Kringvarpinum í dag at álitið um fiskivinnunýskipanina verður lagt fyri tingið í morgin

– Samgonguumboðini í Vinnunevndini arbeiða í dag við at leggja allarsíðstu hond á álitið og so vænta vit at fáa undirtøku fyri tí, sigur Bjørt Samuelsen í samrøðu við Kringvarpið í dag. 

Bjørt Samuelsen vildi ikki gera viðmerkingar til hvørjar broytingar eru gjørdar í álitinum fyri at finna semju. Øll í samgonguni hava roynt at fáa hetta málið á mál, og tað vóni eg fer at eydnast, sigur Bjørt Samuelsen

Stóri spurningurin er luturin, ið skal á uppboðssølu. Sum Norðlýsið skilir er samgongan lend á einum tali, har uppboðssølan verður 15% av pelagiska tilfeinginum og tilfeinginum í barentshavinum, men har luturin hjá onkrum fiskaslagi er á 25%. 

Vinnunevndarfundur er í morgin kl. 09.00 og tingfundur er kl. 10.00.