Løgtingið hevur einmælt samtykt, at Bjørt Samuelsen skal vera forkvinna fyri Føroya Løgting hetta valskeiðið.
Allar 33 atkvøðurnar í Løgtinginum fóru til Bjørt Samuelsen, ið varð einasta uppskotið til forkvinnu í Løgtinginum. Bjørt Samuelsen fekk næstflestar atkvøður í Tjóðveldi, tilsamans 759 atkvøður.
Formansskapurin er nú: Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum er 1. næstformaður, Johan Dahl úr Sambandsflokkinum er 2. næstformaður og Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur úr Fólkaflokkinum 3. næstforkvinna.



