Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjørt spyr landsstýrið

Bjørt Samuelsen

Á tingfundinum í morgin, fer undirritaða at spyrja Jacob Vestergaard um hví reglur fyri barlastvatni ikki langt síðani eru komnar, havandi í huga stóra týdningin av alivinnuni. Og hví noyðast illa sjúkir dialysusjúklingar til Havnar at fáa hæmodialysuviðgerð? Er nakar møguleiki at fáa hesar viðgerðir út til sjúkrahúsini, so sjúklingarnir kann fara á nærmasta sjúkrahús?

Á tingfundinum í morgin, fer undirritaða at spyrja Jacob Vestergaard um hví reglur fyri barlastvatni ikki langt síðani eru komnar, havandi í huga stóra týdningin av alivinnuni.

Jóhan Dahl verður spurdur um hví hann ikki hevur funnið eina loysn saman við fakfeløgnum uppá stóra trupulleikan, at oyggjarnar missa ferðasambandið, tá verkfall er – og sostatt verða nógv meinari rakt enn restin av landinum.  Tað eru 2,5 ár síðani, at sagt varð, at landsstýrið fór at loysa trupulleikan. 

Og hví noyðast illa sjúkir dialysusjúklingar til Havnar at fáa hæmodialysuviðgerð? Er nakar møguleiki at fáa hesar viðgerðir út til sjúkrahúsini, so sjúklingarnir kann fara á nærmasta sjúkrahús?