Kl. 11 eru munnligir fyrispurningar á skrá í løgtinginum og tá fer Bjørt Samuelsen at spyrja um útlendingar skulu sleppa at keypa føroysku fiskivinnuna?
Kl. 11 eru munnligir fyrispurningar á skrá í løgtinginum og tá fer Bjørt Samuelsen at spyrja um útlendingar skulu sleppa at keypa føroysku fiskivinnuna?
Bjørt Samuelsen spyr:
Munnligur fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum Viðvíkjandi hvørt útlendingar skulu kunna yvirtaka alla føroysku fiskivinnuna
Heldur landsstýrismaðurin at tað skal bera til hjá uppsjóvarfelag, sum hevur rættin at fiska stóran part av fiskiríkidøminum, at selja virksemi sítt til útlendingar?
Eru nakrar forðingar í lógini fyri, at hetta kann henda tann dag í morgin?
Ætlar landsstýrismaðurin á nakran hátt at forða fyri, at útlendingar kunnu fara avstað við enn størri parti av føroysku tilfeingisvinnuni?
Viðmerkingar
Í tíðindunum frættist, at stjórin fyri eina av heilt stóru uppsjóvarfyritøkunum hóttir við at selja virksemið til útlendingar, “meðan tíð er”. Felagið umboðar ein ovurstóran part av føroysku uppsjóvarvinnuni. Í eina tíð hevur ligið á ljóði, at útlendingar longu hava boðið upp á hetta felag – og vilja gjalda milliarda upphædd fyri tað. Frammanundan vita vit, at útlendskur eigaraskapur er í stórum parti av pelagisku vinnuni. Júst hvussu nógv útlendingar eiga – beinleiðis og umvegis sonevndar strámenn – ber ikki til at fáa greitt upplýst frá Fiskimálaráðnum. Landsstýrismaðurin hevur áður sagt seg vera fyri at seta bann fyri útlendskum ognarskapi í føroysku fiskivinnuni.
Á Løgtingi, 8. apríl 2014
Bjørt Samuelsen
Spurningar frá Bjørt:
Til Jacob Vestergaard, um útlendingar skulu sleppa at keypa føroysku fiskivinnuna?
Til Jørgen Niclasen, um einskiljing av BankNordik
Til Karsten Hansen um aldursmark fyri solarium, og um møguliga undirdiagnostisering av sjúkuni cøliaki í Føroyum.




