Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bláa Bylgjan er byrjað at brúsa

Ítróttur

Dysturin á Svangaskarði í farnu viku gav greiðar ábendingar um, at Bláa Bylgjan er byrjað at brúsa aftur, sum vit við gleði minnast frá 2016, har KÍ-fjeppararnir gerast alsamt fleiri, sjónligari og larmandi við bæði trummum, rópum og ikki minst sangum um KÍ og eisini um einstakar leikarar, tá hesir geva seg eyka og klára seg væl á vøllinum.

“Vit halda øll, at Bjartalíð er well, Bjartalíð er well, Bjartalíð er well!!”

 

Soleiðis ljóðaði ein av sangunum á Svangaskarði undir Evropa League dystinum millum KÍ og Riterai, sum KÍ at enda vann við útivallarmálinum, sum liðformaðurin og stórkemparin, Jákup B. Andreasen, gjørdi í fyrra dystinum í Vilnius vikuna frammanundan.

“Jesper Brinck, lalalalala, Jesper Brinck, lalalalala …” var ein annar av songunum, sum hoyrdust frá Bláu Bylgjuni hetta góðveðurskvøldið á Svangaskarði, og tað var ikki uttan orsøk, tí hann vísti seg frá síni bestu síðu í KÍ-verjuni og stýrdi henni meistarliga saman við Deni Pavlovic, Ísaki Simonsen og Jóannes Kalsø Danielsen.

Aðrir leikarar, sum eisini fingu sangir frá fjepparunum, vóru eitt nú vælleikandi Simen Sandmæl og Kristian Joensen, og fyri at siga sum er, so er tað enn stuttligari at vera til fótbóltsdyst hjá KÍ, tá ið Bláa Bylgjan setur so góðan dám á.

Almenna talið av áskoðarum hetta kvøldið var umleið 1000, og teir fyltu ógvuliga væl upp á langsíðuni, sum var rættiliga væl fylt frá miðjuni og til báðar síður. Teir flestu av áskoðarunum vóru komnir úr Norðoyggjum til hendan søguliga dystin.

Tað var eisini á Svangaskarði, at tann allar fyrsti Evropa Cup dysturin hjá føroyskum fótbóltsfelag bleiv leiktur her á landi. Hetta var í 1992, og tað var sjálvandi eisini KÍ, sum spældi tann søguliga dystin, sum ta ferðina var ímóti Skonto Riga.

Sum dystinum leið, gjørdust vónirnar alsamt størri, og nervarnir spentust eisini meir og meir, sum tað nærkaðist endanum av dystinum. KÍ hevði væl fleiri málmøguleikar enn Riteraði, men eingin av hesum endaði í málinum, og tí skuldi bara eitt mál til tann skeiva vegin, og so var alt spælið spilt.

Hesa løtuna gjørdi Bláa Bylgjan væl og virðiliga sína skyldu við stuðlandi rópum, sangum og taktføstum trummusløgum: “Og liðið eitur KÍ, KÍ eru vit, hava ein bláan og ein hvítan lit, dúdúdúdúdúdúdú, liðið eitur KÍ … …”

Og hóast Svangaskarð ikki hevur tak yvir áskoðaraplássini, sum høvdu givið enn betri afturljóð og stemning, so gera hamrarnir og bygningarnir kring vøllin, at stuðulsrópini frá áskoðarunum hoyrast væl og víða.

Jú, dysturin á Svangaskarði í farnu viku gav greiðar ábendingar um, at Bláa Bylgjan er byrjað at brúsa aftur, sum vit við gleði minnast frá 2016, har KÍ-fjeppararnir gerast alsamt fleiri, sjónligari og larmandi við bæði trummum, rópum og ikki minst sangum um KÍ og eisini um einstakar leikarar, tá hesir geva seg eyka og klára seg væl á vøllinum.

Vónandi heldur hendan góða gongdin fram, tí tá hetta sterka KÍ-liðið og Bláa Bylgjan standa saman, sum tey gjørdu á Svangaskarði í farnu viku, kunnu vit hava vónir um enn fleiri sigrar!

 

KOYR Á KÍ !!!