Leygardagin 7. mai verður høvi hjá fólki at stuðla tveimum verkætlanum hjá Bláa Krossi, tá ið bússur verða bornar út í øll hús í landinum.
Áttanda árið á rað skipar Blái Krossur fyri landsinnsavnan. Ein føroysk og ein útlendsk verkætlan verða stuðlaðar.
| Øll hava rætt til góð barnaár Hetta er føroysk verkætlan, ið Blái Krossur hevur havt í nøkur ár. Vit bjóða børnum og ungum í Føroyum, ið hava foreldur við rústrupulleikum, í bólk saman við øðrum í líknandi støðu. Við serkønari hjálp og vegleiðing práta tey saman um sínar upplivingar, kenslur og tankar. Tveir bólkaleiðarar taka sær av hesi uppgávuni. Hetta er til sera stóra hjálp hjá børnum og ungum í hesi støðu.
|




