Blái Krossur Føroya skipar í dag fyri pallborðsfundi í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík, har evnið ”Skaðaárin av misbrúki av rúsdrekka og rúsevnum” verður viðgjørt. Politikari, sálarfrøðingur og læknar manna pallborðið.
Blái Krossur Føroya skipar í dag fyri pallborðsfundi í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík, har evnið ”Skaðaárin av misbrúki av rúsdrekka og rúsevnum” verður viðgjørt. Politikari, sálarfrøðingur og læknar manna pallborðið.
Eisini verður lagt upp til, at spurningararnir kunnu verða settir pallborðinum, sum Ingolf S. Olsen stýrir – har lagt verður upp til spurningar um møguligar likamligar-, sálarligar- og sosialigar skaðar, ovurnýtsla kann føra við sær.
Pallborðsluttakarar eru Birni Hansen, lækni á Blákrossheiminum, Annbjørg á Høvdanum, sálarfrøðingur á Blákrossheiminum, Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum, og Pál Weihe, formaður í fólkaheilsuráðnum.
.
Blái Krossur vil við hesum pallborðsfundinum varpa ljós á, at tað eru nógv í okkara landi, ið á ein ella annan hátt kenna til skaðaárin av rúsdrekka ella
Ætanin er eisini at fáa fakta fram á borðið, hvat kanningar siga um hetta økið. Spurningurin er so, hvat politikarar og myndugleikar vilja gera í framtíðini at avmarka skaðaárinini.
Áðrenn sjálvan pallborðsfundin greiddi klaksvíkingurin, Peter Chodqiuk frá, hvussu hann var bundin at stoffum og rúsdrekka, og at hann vegna smugling endaði handan rimarnar. Hann er nú komin burturúr misnýtsluni, og lívið hevur fingið eitt heilt annað innihald.
Kedes sendir
Til ber eiisni at fylgja við í Ósaskúlan seinnapartin, tí tiltøkini verða stroymað beinleiðis á kedes.fo.
Væl av fólki møtti til fundin, tó at nógv tiltøk annars vóru a skránni í Klaksvík – við konsert í Christianskirkjuni og móttøku í Betesda, sum var samstundis.




