Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blákollan stuðlar krabbameinsraktum børnum

Klaksvíkar Kommuna

Børn úr Dagstovninum Blákollan hava í eina tíð gjørt vakrar málningar, sum verða latnir til uppboðssølu til frama fyri krabbameinsrakt børn.

Uppboðssølan er partur av fráfaringarløtu, sum Klaksvíkar kommuna skipar fyri hósdagin 7. juli kl. 11.00, tá Team Rynkeby súkklarnir vitja Klaksvík og har byrja sína fráferð á longu leiðini til París.

Tiltakið fer fram uttanfyri og inni í Smæruni á Kjalarvegi 48.