Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Blákrossbúð letur upp í Klaksvík

Jóhann Lützen

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at lata eina Blákrossbúð upp í Klaksvík. Hølir eru nú fingin til vega og arbeitt verður við at finna sjálvboðin arbeiðsfólk. Um tú ynskir at vera ein partur av hesum, vinarliga set teg í samband við Rannvá Langgaard telefon 217108.

Í viku 51 er ætlanin at lata Blákrossbúðina upp har vit selja klæðir o.a. Handilin kemur at halda til á Klaksvíksvegi 65 – har Dals Vøruhús áður hevur hildið til.

Møguleiki er at lata klæðir til handilin. Fyribils er møguleiki at seta posar uttanfyri bilhúsið á økinum.

Endaliga dato fyri upplatingini verður lýst seinni.