Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blankskálatúrur, í morgin, mánadagin

Tíðindaskriv

Í sambandi við, at Syðradalur K í ár er 200 ár, verður skipað fyri útferð og hátíðarløtu á Blankskála, har ein minnissteinur verður avdúkaður.

Farið verður við SAM úr Klaksvík kl. 0800 til Syðradals. Kl. 0900 byrjar gongutúrur av Syðradali til Blankskála við Bjørn Kalsø sum ferðaleiðara.

Tey, ið ætla at sigla til Blankskála, mugu fara úr Klaksvík við SAM kl. 1000.

Siglingin av Syðradali til Blankskála byrjar kl. 1020. Tað verða ”ALFA PILOT” og ZISKA, ið fara at sigla leiðina: Syðradal – Blankskála – Syðradal. Ferðakostnaðurin skal gjaldast umborð og kostar 100 kr. ein veg og 200 kr, um siglt verður báðar vegir fyri hvønn. Mælt verður til at hava matpakka við.

Tá hátíðarløtan er liðug, sigla báðir bátarnir aftur til Syðradals, og har endar túrurin við, at súpan verður at fáa.

Fyrireikingarbólkurin