Komandi fríggjadag gevur bólkurin “Blátt” út nýtt staklag sum kallast “Hesin býur”. Jákup Marnar Anthoniussen eigur orð og lag
Hesin bólkur er sprottin úr Science Fiction sum spældi í hvørjum króki í landinum í 80″árunum.
Blátt hevur øll árini virka sum eitt studio projekt, har ymiskir tónleikara koma við sínum íkasti.
Hesaferð eru tað limir úr SF sum leggja síni evni til.
Sangurin kann stroymast á Spotify og Youtube.
Framleitt, miksað og mastrað: Símun Dam
Trummir og tamborin: Absalon Østerø
Gittar: Jóan Petur Hansen (Beddi)
Ljomborð og bass: Símun Dam
Kór: Símun Dam og Blátt
Sang: Jákup Marnar Anthoniussen
Sang upptøka: Pætur Gerðalíð
Upptøkur: DK og Varpið



