Longu tá málið um Føroyar sum eitt valdømi var komið í eygað, ávaraði Norðlýsið móti teirri politisku gongd, føroyingar eru vitni til í dag. Vit vórðu stuðlaðir av fremstu samfelagsfrøðingum her á landi, og í drúgvari greinarøð vístu vit við neyvum grundgevingum á, hvønn óbótaligan skaða ætlanin fór at fáa fyri stórar partar av landinum.
Grundgevingarnar og orsøkirnar kenna og ásanna flestu føroyingar í dag. Fadrarnir at ætlanini fingu tað, teir dyrgdu eftir, og ríkiligt tað, men fólkið stendur eftir spyrjandi, og ikki er tað sørt, at aðrir fjølmiðlar nú leita sær hvassari pennar fram, hóast tað man vera í seinna lagi. Tíverri fingu vit rætt, men tað kom okkum óvart á, at partarnir so skjótt fóru undir at realisera døkku ætlanir sínar, sum ikki kunnu annað enn skapa ruðuleika í samfelagnum. Og ruðuleika hava vit fingið bæði í einasta valdømi okkara, í landsstýrinum og á Føroya Løgtingi.
Løgmaður førkaði seg aftur út í bagborð saman við vinstravendu lagsbrøðrum sínum í smalari samgongu, har hann saman við samsintum í valdømismálinum, ikki minst Tjóðveldinum, sum borgaði fyri viðtøkuni á tingi, kundi fara undir at realisera dreymin um bleyt virði og gloyma alt um útbyggingar av landinum, eisini slíkum, Føroya løgting longu hevði samtykt at seta í verk.
Tað er eingin loyna, at herdu ábreiðslurnar á Javnaðarflokkin fyri at hava vanrøkt gamla kjarnuvaldømi sítt, har flokkurin á sinni bjóðaði seg fram sum bjargingin, verða sagdar vera meginorsøkin til ráðleggingina av einum valdømi. Ein roynd at loysa flokkin frá ábreiðslum um politiskt dugnaloysi við at kasta seg enn harðari inn í sentraliseringina. Sum kunnugt, sigst veljarin gloyma serliga skjótt, men at flyta undan ábyrgd, fær oftast nissurnar at flyta við.
Hetta sýnast mongu yvirskriftirnar í miðlunum seinastu tíðina at benda á. “ Trúvirði løgmans slitið, eftir partabrævasøgu Torbjørns”- “Løgmaður framt lyftisbrot”- “Ingeborg vent løgmanni bakið” fyri at taka okkurt úr rúgvuni.
Nógv herda sentraliseringin, við legaliseraðum, bleytum lokalpolitikki í Havn, saman við væntandi øktum skatta- og avgjaldspolitikki hjá landsstýrinum, er steinur oman á byrðu hjá útjaðaraøkjunum.
Avleiðingarnar av sentraliseringini gerast alsamt fleiri. Almenni stuðulin til undirsjóvartunlarnar er avtikin, tí betur er at nýta peningin til fiskiveiðueftirlitið enn at t.d. fólk úti um landið, sum noyðast til lækna í Havn, ofta við sjúkum børnum, kunnu koyra eitt sindur bíligari ( í Havn kunnu borgararnir koyra ókeypis til lækna). Farmaskipini leggja 10% oman á flutningskostnaðin við stóru bilunum, tí siglt verður bara til Tórshavnar kommunu, har allar inn og avskipingar skulu fara fram. Fólkið í útjaðaranum skal gjalda gildið. Tórshavnar Havn fær allar inntøkurnar av landsins út- og innflutningi, men útjaðarin skal gjalda. Hvussu leingi finna fólk seg í populistiskt rikna landspolitikkinum, sum lítið annað er í dag enn sera bleytur og sentralur lokalpolitikkur.
Stór økir eru sett á landspolitiska bíðilistan við lyftum um samferðsluútbygging, vakstrarætlan, kommunala útjavning o.s.fr. . Bíðitíðin hevur verið sera drúgv, men nú, líkt er til, at einki kann gerast uttan at landsstýrið fyrst skal samráðast við Tórshavnar kommunu, um hvussu t.d. ein møgulig útjavning eigur at fremjast, er líkt til, at stóru útjaðaraøkini mugu brynja seg við toli og helst enn einaferð verða við sviðusoð.




