Synnøva Waag, stjóri og eigari á tí vit kenna sum Blitz sigur, at hon hevur avgjørt at leggja handilin um, soleiðis at handilin, undir navninum Amaranth, rættuliga fer undir at menna gávusøluna.
Í nakrar dagar hevur stongt verið í Blitz og pappír fyri vindeyguni. Synnøva Waag, stjóri sigur, at orsøkin er at handilin nú fer at leggja um og at menna um gávusøluna, sum handilin í ávísan mun frammanundan hevðist at.
Tað hevur víst seg at gingið ov striltið við søluni av myndatølum og framkallingum, so eg havi gjørt av at sleppa hesum partinum av handlinum og at kasta meg meira útyvir gávusøluna.
Klaksvíkingar og tey sum vitjað higar fara at fáa ein sera hugnaligan gávuhandil, ið fyri størsta partin fer at selja merkivørur sum frá Lene Bjerre, Au Maison, Rikke Jakobsen og fleiri onnur kend merkir.
Harafturat fer Amaranth eisini at selja áhugaverdu vørurnar frá Te-specialisten.
Amaranth letur upp hósdagin kl. 10.00.




