Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bløð í Skotlandi og Hetlandi umrøða Føroya Tele

Helgi Abrahamsen

Bløðini Herald Scotland og Shetland News umrøddu í gjár ætlanirnar, sum Føroya Tele hevur at veita teletænastur í Hetlandi, Orknoyggjum og møguliga eisini pørtum av Skotlandi.

Við Shetland News sigur Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele, at hóasta tað út frá einum búskaparligum sjónarmiði ikki loysir seg at veita tænastur til øll fjarskotin støð, so hevur Føroya Tele valt at virka á oyggjum hara bara tvey fólk búgva.

Landafrøðiliga minna Hetlan og Orknoyggjar um Føroyar, og Jan Ziskasen sigur við blaðið, at hann hevur eitt stórt ynski um, at Føroya Tele kann vera við til at knýta bretsku oyggjarnar nærri at framkomna heiminum.

Vit royndu í morgun at fáa fatur á Jan Ziskasen, fyri at spyrja nærri um ætlanirnar í Hetlandi og Orknoyggjum, men hann var ikki at hitta.

Greinarnar í bløðunum kunnu lesast her:

Herald Scotland

Shetland News