Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bløðini stríðast um festivalarnar

John William Joensen

Á Portalinum hjá Føroya Tele argar Sosialurin Dimmu við G-lekanum

Heimasíðan hjá G-festivalinum avsannar nú tíðindini, sum stóðu í Dimmu at kendi ídnaðartekno bólkurin Prodigy, skuldi koma til Føroyar.

Dimma, sum er stuðul hjá G-festivalinum, visti hetta annars fyri vist langt áðrenn aðrir føroyskir fjølmiðlar.
Nú ferðin hjá Prodigy er avlýst – argar Sosialurin – sum er stuðul hjá Summarfestivalinum, og minnir sínar lesarar (á portalinum hjá Føroya Tele) á at hetta er ikki fyrstu ferð at Dimma ikki er álítandi.

“ Í fjør bóru tey søguna um, at svenska songkvinnan Carola fór at koma á G! Tíðindini vóru bara ikki váttað av G! Festivalinum sjálvum, og eins og í ár vísti tað seg, at tað, sum skuldi vera eitt høvuðsnavn á festivalinum, kortini ikki kom…” 

skrivar Sosialurin á heimasíðuni hjá Føroya Tele.

Men hvør er so Sosialurin – spurdi ein??
– Jú – tað er blaðið sum Javnaðarflokkurin átti og sum bleiv selt  – ein søla sum gjørdi, at almenna partafelagið (Føroya Tele) var við til at gera Javnaðarflokkin til ríkasta flokk í Føroyum.
– Føroya Tele eigur Portalin og ein stóran triðing í Sosialinum, men tað er altso Sosialurin, sum skrivar bæði Sosialin og Portalin. Harafturat er Sosialurin stuðul hjá Summarfestivalinum, sum er beinleiðis kappingarneyti hjá G-festivalinum – sum altso Dimma stuðlar.

Huff – nei eg haldi meg til at lesa um Føroya Sjómanndag í Norðlýsinum.