Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blokkinum spælir man ikki við

John William Joensen

Blokkurin er ikki nakað man spælir við, men er tengdur at einum búskaparpolitikki og honum hevur einki skil verið á higartil, sigur Jørgen Niclasen í samrøðu við Vágaportalin

Kelda: www.vagaportal.com

– Blokkurin er ikki nakað man spælir við, men er tengdur at einum búskaparpolitikki og honum hevur einki skil verið á higartil, sigur Jørgen Niclasen í svari til útsagnir Karsten Hansens um, at fíggjarráðharrin ætlar at fáa hjálp frá Fólkaflokkinum at skerja Blokkin

– Men Fólkaflokkurin fer at taka støðu í tinginum, tá ið tann tíð kemur, sigur Jørgen Niclasen.

– Fólkafloksins mál er og verður at gera Føroyar sjálvbjargnar innan 2015 og tað gerst bert við einum skynsamum búskapar- og fíggjarpolitikki. Tað ger man ikki við at áleggja nýggjar skattir og avgjøld og klára undirskot á fíggjarlógini kortini. Tað hevur henda samgongan klárað uppá 6 mánaðar.

– Á fyrstu fíggjarlógini hjá Karsten Hansen eru rakstrarútreiðslurar ikki 117, men 350 milliónir hægri enn í fjør uttan at føroyingar kunnu siga seg at hava fingið tað betur, heldur tvørtur ímóti. Landið fær ikki skattað seg til sjálvbjargni.

– Hevur landsstýrið eina ætlan við føroyska búskapinum, so vilja vit fegnir sleppa at síggja hana, sigur Jørgen Niclasen at enda.

Kelda: vagaportal.com