Í dag er avgerandi samgongufundur um fíggjar karmarnar og sum skilst eru partarnir komnir nær eini semju sum í stuttum gevur landskassanum fleiri inntøkur, meðan talan er um færri almennar sparingar.
Í dag er avgerandi samgongufundur umfíggjar karmarnar og sum skilst eru partarnir komnir nær eini semju sum ístuttum gevur landskassanum fleiri inntøkur, meðan talan er um færri almennarsparingar.
Landstýrismaðurin í fíggjarmálum, JørgenNiclasen, sigur at samgonguflokkarnir eru nær eini semju.
– Tá vit byrjaðu samráðingarnar stóðupartarnir langt frá hvørjum øðrum, men nú havi eg góðar vónir um at vit fáaeina semju tí hildið verður fast um at málið er yvirskot á fíggjarlógini í2016.
Meira fekst landsstýrismaðurin ikki at sigaog samgongufundurin verður seinrapartin. Landsstýrið hevur síðani fund umfíggjar karmarnar í morgin og uppskotið um fíggjar karmar tey næstu fimm áriniverða bornir løgtinginum í annaðkvøld. Síðani verða teir lagdur fyri tingiðfríggjadagin.
Blokkurinhækkar og inntøkurnar vaksa
Ein veljarakanning sum var almannakunngjørdfyri kortum vísti at samgonguflokkarnir høvdu mist meirilutan og ikki er óvistat hetta hevur ávirka samráðingarnar um fíggjar karmar.
Denturin hesaferð er lagdur á at hækkainntøkusíðuna ístaðin fyri almennar sparingar.
Sambandsflokkurin skal sambært vælvitandikeldum hava kravt at prístalsviðgerðin av blokkinum verður tikin við í fíggjar karmarnarfram til 2018 og merkir hetta at blokkurin kemur at hækka komandi árini.
Harafturat ætlar samgongan at hækkasildakvotuna 20% og leggja tilfeingisgjald á. Arbeitt verður viðtilfeingisgjaldi á alla fiskivinnuna og at hækka tilfeingisgjaldi á makrel ogalivinnuna.
Sjómannafrádrátturin verður strikaður heiltella lækkaðar munandi.
Uppskotið um fíggjarkarmar er eitt uppskottil samtyktar og bindir sum so ikki samgonguna, men tað er tó ein greiðábending um komandi fíggjarpolitikkin – hóast hann søguliga ikki neyvt fylgirfíggjarkarmunum.




