Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bluesorkestrini Red Dawg úr Skotlandi

Leikalund

og Uni Debess & Tomcats úr Føroyum, hava konsert í Spaniastovu 1.apríl kl 22.Atgongumerki kunnu keypast á www.atgongumerki.fo og í Leikalund.

Bluesorkestrini Red Dawg úr Skotlandi, og Uni Debess & Tomcats úr Føroyum, hava konsert í Spaniastovu 1.apríl kl 22.
Atgongumerki kunnu keypast á www.atgongumerki.fo og í Leikalund.

Red Dawg
Red Dawg er ein 5 mannaður blues-rock bólkur úr Skotlandi.
Við gitarspælinum hjá Spike Evans og Graham Stewart, sum er kendur frá bólkinum Hjarnar, minnir bólkurin ikki sørt um Allman Brothers og Thin Lizzy.
Bólkurin er mannaður við :
Janie Garvie, forsangari og saxofon, Spike Evans, gitar og sang, Graham Stewart, gitar og sang, Neil Murray, trummir, Deno Stewart, bass. Meir um Red Dawg:
http://www.reddawg.co.uk/Red_Dawg/Band_Photos.html#0

Uni Debess & Tomcats
Uni Debess & Tomcats er mannaður við 4 rættiliga royndum tónleikarum.
Uni Debess er aktuellur við staklagnum Sugar Mama, sum er av fløguni GREEN, sum kemur út í mai 2016.
Uni Debess & Tomcats er mannaður við Uni Debess, gitar og sang, Finnur Hansen, orgul og kór, Edvard N. Debess, bass og kór, Rógvi á Rógvu, trummur.