Týsdagin 24. mai fyllir rokkpoeturin Bob Dylan 75 ár, og hetta verður hátíðarhildið í Reinsarínum í Havn. Á skránni verður tónleikur og hugleiðingar um mannin, tónleikaran og tónleikin. Hanus Kamban hugleiðir, meðan Hanus G. Johansen og Kári P. framføra tónleikin.
Bob Dylan hevur skapt ein tónleikaskatt, ið neyvan eigur sín líka í heiminum. Hansara løg og tekstir hava fangað ættarlið eftir ættarlið, og tónleikarar kring allan heimin hava tikið løgini til sín, og gjørt tey til síni egnu. Á tann hátt hevur hesin serligi rokkpoeturin og trubadururin vunnið sær fjepparar ikki bert innan fyri sína tónleikagrein, men innan alskyns tónleikagreinar, har hansara løg eru spæld.
“Í hesum døgum, tá heimurin alsamt fagnar falnum tónleikahetjum, fara vit at fagna einari hetju, ið enn er millum okkara. Tveir av okkara allar bestu trubadurum Hanus G. Johansen og Kári P. fara at kava niður í lagaskjáttuna hjá Dylan og geva okkum sínar tulkingar av hansara løgum, meðan Hanus Kamban kemur at hugleiða um hendan serliga gávaða listamann,” stendur í tíðindaskrivi frá Reinsarínum.




