Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Boban Ilic aftur í Mjølnir

Jóhann Lützen

Boban Ilic verður venjari hjá Meistara deild kvinnum hjá Mjølnir komandi kappingarár

 

Fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið í Flogbólti eru í gongd. Venjari til kvinnurnar verður 50 ára gamli Boban Ilic. 

Boban Ilic er serbi, men hevur búð í Føroyum í fleiri ár.

Boban hevur fyrr verið venjari hjá kvinnunum hjá Mjølnir við sera góðum úrsliti. Hann var venjari, tá Mjølnir kvinnurnar vunnu greipuna í árunum 2010/11, 2011/12 og 2012/13. 

Boban er fluttur til Klaksvíkar við familjuni og verður nú aftur partur av Mjølnir.