Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Boða frá tiltøkum til norðoyastevnuskránna

klaksvik.fo

Nú eriu fyrireikingarnar farnar í gongd til ársins norðoyastevnu, og í tí sambandi verður heitt á tey, sum skipa fyri tiltøkum á norðoyastevnu, um at boða frá hesum til skránna.

 

Talan er um eina góða gamla og viðkomandi Norðoyastevnu, sum nú hevur 90 ár á baki, og verður føðingardagurin  eisini hátíðarhildin. Longu nú kunnu vit avdúka, at tað verður Sjúrður Skaale, sum kemur at halda miðnáttarrøðuna í Vágstúni, og Hans Andrias Sølvará, sum heldur norðoyastevnurøðuna sunnudagin.

Norðoyastevnan 2026 verður í døgunum 29. – 31. mai. Seinasta freist at boða frá tiltøkum er 21. mai. 2026.
Boða frá tiltøkum til skránna her: Norðoyastevnan 2026.