Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bodø/Glimt tapti við umtalaðum brotssparki í 98. minutti

Jákup Ósá

Norsku meistararnir fingu ikki bestu upptaktina til dystin móti KÍ.

Bodø/Glimt hevur havt eitt óstøðugt kappingarár higartil. Tá sá út til at verða komið glið á, men í dagfekk liðið aftur eitt afturstig, tá liðið tapti 3-2 á útivølli móti Odd, sum hevur føroyska Gilla R. Sørensen í felagnum. Hann var tó ikki í hópinum í dag. Bodø/Glimt var leikliga omaná, sum teir gulu næstan altíð eru, men sóu  út til at barga sær ein avnleik í 97. minutti. Men í síðstu sekundunum av yvirtíðini fekk heimaliðið brotsspark, sum teir skoraðu uppá til urslitið 3-2. 

Venjarin hjá Bodø/Glimt, Kjetil Knutsen, er í øðini í norskum miðlum um brotssparki, sum hann heldur verða skeivt dømt. Bodø/Glimt liggur á 5. plássi í deildini, átta stig aftanfyri oddaliðið Lillestrøm.

Bodø/Glimt spælir mikudagin kl. 17.00 á heimavølli móti KÍ í fyrra dystinum í 1. umfari í Champions League. Har er Bodø/Glimt stórfavorittur at vinna.