icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bøgesvang

John William Joensen

At Henning Bøgesvang, prestur, er komin aftur til landið, eru vit fleiri ið gleðast um. At so strandingar og onnur har á leið fáa mest gleði av honum, mugu vit bara liva við.

Vónandi vitjar hann okkum ofta.

At Bøgesvang hevur humør, vita vit øll, ið kenna hann. Og nógvar eru søgurnar um, tað hann hevur sagt og/ella gjørt.

Her er ein av teimum hendingum, eg hevði saman við Bøgesvang.

Fari var at gera kjallaran í Christianskirkjuni í stand, so man kundi brúka hann til ymist.

Og Bøgesvang var ein av teim fremstu at fáa hettar gjørt.

Sjálvur var eg okkurt kvøldið og hjálpti til.

Eitt kvøldið, eg hevði vakt á politistøðini, og var og koyrdi patrulju við salatfatinum (vit høvdu bert salatfati tá) í fullum uniform, sá eg, at tað var ljós í kirkjuni og kirkjukjallaranum.

Eg koyrdi so til kirkjuna, fyri at vita hvussu gekk – og kanska eisini fáa ein kaffimunn, tí har var altíð kaffi á skránni.

Komin niður í kjallarin, sá eg at fleiri fólk vóru til arbeiðis og Bøgesvang kom í móti mær.

Hann vísti mær tvær el-sikringar, ið hann hevði í hondini og segði við meg:

“Heldur tú, at tit hava sovornar sikringar á politistøðini.

Vit hava eina borimaskinu, og hon blívur við at bresta sikringar og nú er ongin eftir. Tær seinastu standa í nú”.

Jú, eg helt meg kenna tær aftur, at vit brúktu sama slag sikringar á politistøðini, og lovaði at fara út at vita.

Og rætt var. Vit áttu sama slag sikringar á støðini og eg tók so nakrar og koyrdi so heim aftur í kirkjuna.

Komin heimaftur og inn í kirkjuna, var Bøgesvang staddur uppi á.

Hann kom flennandi í móti mær og segdi:
“Medan tú hevur verid burtur, kom eg í tankar um, at hettar er tad mest fantastiska tjóvaríðið ið nakran tí er hent.

Tað er ein prestur, ið biður ein politist fara á politistøðina, at stjala sikringar til kirkjuna”.

Tá máttu vit báðir flenna.

Se, det er humør.

Jógvan E. Ósá.