Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bogi Hansen – betri enn Al Gore – Helena dumpaði

John William Joensen

Okkara egni havfrøðingur, Bogi Hansen, var munandi meira áhugaverdur enn Al Gore og Føroya Landsstýri dumpaði.

Tað var við ikki sørt av spenningi at ein fór til altjóða veðurlagsstevnuna í Norðurlandahúsinum mándagin.

Og tað skal sigast beinanvegin at stevan var sera væl fyriskipað og eydnaðist fram úr væl.

Ov nógvir talarar
Stevnan byjaði við at Kjartan Hoydal bjóðaði vælkomin og leiðarin í Vinnuhúsinum segði nøkur orð. Síðan kom Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Helena Dam á Neystabø, og samanumtikið var hendan byrjanin alt ov long.

Her var lítið nýtt – men ein rúgva av orðum – so her kundi tíðin verið brúkt betir.

Tað var fyri okkum áhoyrar eitt sindur óskiljandi hví Føroya Landsstýri ikki brúkti høvið at koma við konkretum uppskotum um hvørja leið Føroyar skulu fara á umhvørvisøkinum.

Ístaðin tosaði landsstýriskvinna um at neyðugt var við eini hugburðsbroyting og hon vónaði at Veðurlagsstevnan fór at gera hetta.

Hetta var júst ein løta har Føroya Landsstýri fyri vinnuni, fjølmiðlum og útlendigum kundi víst hvat føroysku myndugleikarnir ætlaðu og tí var talan hjá Helenu sera skuffandi.

Golfstreymurin hevur tað gott
Eingin ivi er um at hæddarpunkti á stevnuni var fyrilesturin hjá Boga Hansen, havfrøðingi, sum á sera trúverdigan hátt legði fram faktuellu viðurskiftini bygd á gransking.

Bogi dugdi væl at greiða frá og fangaði áhoyrarnar og við elduhuga greiddi hann okkum frá rakinum í heimshøvunum.

Sambært seinastu tølunum, sum meta um rákið í rennunum kring Føroyar er einki, sum bendir á at havsstreymarnir eru viknaðir og fyri tey, sum hava fylgt orðaskiftinum var hetta einki minni enn ein góð nýggjheit – sum eisini burdi fingið umrøðu í fjølmiðlunum.

Og tað var eitt sindur spell at Al Gore ikki tímdi at lurta eftir Boga – tí fyrrverandi amerikanski varaforsetin endaði sín fyrilestur nakrar tímar seinri við at siga at greið tekin vóru um at havstreymarnir eru við at vikna – altso ein ansøgn til tað, sum okkara egni havfrøðingur júst hevði tosða um.

Bogi Hansen gjørdi greitt at tað er umráðandi at vit í Føroyum taka lut í altjóð rákinum við at betra um umhvørvið.

Íslendski Fiskimálaráðharrin, Einar K. Guðfinnsson røsti sær sjálvum og íslendinum fyri hvussu óførir teir høvdu verið at fylgja tilráðingum frá fiskifrøðingum – og at hetta vóru ópopulerar avgerðir – sum vóru tiknar – hóast hann persónliga var uppvaksin í einum fiskivinnuøkið.

Eisini nýtti hann høvi til at leggja harðliga eftir øllum sum funnust at íslendska búskapinum.

Familjumyndir úr Grønlandi
Grønlendski politikarin Josef Motzfeldt vísti mydir úr Grønlandi har hann vísti á teir trupuleikar veðurlagsbroytingar høvdu skapt.

Rasmus Ole Rasmussen, professari úr Roskildi greiddi frá hagtølum og segði m.a. at undirskot var av kvinnu í øllum útnorður umhvørvinum.

Stjórin á Atlantic Airways, Magni Arge, var væl upplagdur og áhugaverdur – men hann vildi hava eitt betri umhvørvið í Føroyum – so vit fingu fleiri ferðafólk hendanvegin.

Sambart honum fór hetta at menna føroyska flúgving – men einki var nevnt um at hetta møguliga fór at økja CO2 útlátið.

Al Gore – Old News
Tað sum virkaði ímóti framløguni hjá fyrrverandi amerikanska varaforsetanum, Al Gore, var at tað mesta hevur verið nógv frammi í fjølmiðlunum.

Al Gore gjørdi eisini greitt áðrenn hann byrjaði presentatiónina at tað mesta hevði verið á sæð í filminum, sum seinastu dagarnar var vístur í føroyskum sjónvarpi og í Havnar Bio.

Fyri at siga sum er, so hevði eg hug at sovnað undir framløguni hjá Al Gore og tað vóru fleiri við mær.

Men áheitanin frá AL Gore til politikarar í endanum var livandi og vísti at dugur er í honum sum politikari.

Stevnan hevði tó neyvan verið tað sama uttan Al Gore og við hesum hava fyriskipararnir sera hegnisliga megnað at sett umhvørvið á dagsordan í politiska orðaskiftinum.