Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bogi Isaksen vann dartkappingina á Svangaskarði

Jákup Ósá

KDF átti vinnaran í dartkappingini hjá monnum leygardagin.

Dartsamband Føroyar skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:

5. umfar av FM-kappingunum í einmansleiki var leikt á Svangaskarði leygardagin 19. januar.

38 menn og 11 kvinnur vóru við í kappingini.

Kvinnur

Í bólkaspælinum hjá kvinnum vunnu Lýdia á Smið og Annika Joensen allar sínar dystir í hvør sínum bólki. Lýdia vann tryggan 3-0 sigur í fjórðingsfinaluni, meðan Annika tapti 3-2 móti Elisabeth Nicolajsen, ið annars hevði klárað seg illa í bólkaspælinum. Lýdia spældi hálvfinalu móti Vivian Andersen. Vivan var á odda 3-2 og hevði møguleika at vinna dystin í 6. setti, men Vivian lukkaði ikki og so fór Lýdia avstað við einum 4-3 sigri. Eisini í hinari hálvfinaluni máttu øll 7 settini spælast, áðrenn ein vinnari var funnin og endin var, at Eydna Olsen vann 4-3 móti Elisabeth. Finalan millum Lýdiu og Eydnu gjørdist ikki so spennandi. Lýdia fekk ikki tær høgu skorurnar, sum hon plagar og Eydna lukkaði betur, so Eydna vann finaluna trygt 4-1.

Menn

Menninir byrjaðu við 8 bólkum, har flestu favorittarnir megnaðu at blíva nr. 1 ella 2. Tí vóru teir sterkastu leikararnir væl fordeildir í 1/16 -finalunum. Tó hittust Jón Johansen og Esmar Mikkelsen longu í 1/16 -finalunum, har Jón vann 4-3.

Í 1/8-finalunum burdu dystirnir blivið javnari, men so var ikki. Einasti dysturin við veruligum spenningi í, var tá Uni Heðinsson vann 4-3 móti Hans Eivind Olsen. Heri Kallsoy vann 4-2 á Peturi Thomsen, ið annars var styrkismettur sum nr. 1.

Allar fjórðingsfinalurnar endaðu við greiðum sigrum. Jan McIntosh, Heri Kallsoy og Niels Thomsen vunnu allir 4-1, meðan Bogi Isaksen óvæntað vann heili 4-0 móti Remy Gaardlykke. 

Niels Thomsen og Jan McIntosh hittust í aðrari hálvfinaluri. Jan var klárt betri og vann 5-1. Petur var sostatt komin ígjøgnum teir fýra cup-dystirnar við settmuninum 17-1, ið má sigast at vera sera sannførandi. Í hinari hálvfinaluni hittust Heri Kallsoy og Bogi Isaksen. Bogi hevði verið sannførandi heilt frá morgunstundini og hann helt fram við góða spælinum móti Hera og tryggjaði sær finaluplássið við einum 5-3 sigri.

Finalan var sostatt millum Jan McIntosh og Boga Isaksen. Tveir góðir spælarar í eini góðari finalu. Bogi hevði tó munin allan vegin og vann finaluna rímuliga greitt 6-3.

Úrslit:

Kvinnur

1. Eydna Olsen (Team Sandoy)

2. Lýdia á Smið (Kaldbak)

3. Elisabeth Nicolajsen (Team Sandoy)

3. Vivian Andersen (HDF)

Hægst útgang: Annika Joensen 85

Fæst pílar: Lýdia á Smið 24

 


Menn

1. Bogi Isaksen (KDF)

2. Jan McIntosh (HDF)

3. Niels Thomsen (HDF)

3. Heri Kallsoy (Team Sandoy)

Hægst útgang: Kjell Johansen 149

Fæst pílar: Niels Thomsen 13