Óvanliga góður dagur hjá KDF í dag. Bogi Isaksen vann FM kappingina hjá monnum, meðan Terja Ósá vann bronsu hjá kvinnum.
Góður dagur hjá Klaksvíkar Dartfelag í umfarinum í FM kappingini í Miðvági í dag.
Fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið endaði sigurin í A-bólkinum fyri einstaklingar í Klaksvíkar Dartfelag(KDF). Bogi Isaksen rakti av sonnum dagin. Í kvartfinaluni vann hann 4-3 á Remy G. Hansen frá Kongshavn, ið liggur greitt á odda í FM kappingini samanlagt. Í hálvfinaluni vann Bogi á Esmar Mikkelsen frá Pílar & Skot.
Hjá kvinnunum vann Gunnbjørg Dam. Terja Ósá frá Klaksvíkar Dartfelag endaði á triðja plássi.
Samanlagda støðan í FM kappingini hjá monnum er: (topp 5)
1. Remy G. Hansen 304 stig
2. Petur Thomsen 258 stig
3. Jens Albert Simonsen 151 stig
4. Oddfinn Hansen 131 stig
5. Bogi Isaksen 127 stig
Samlaða støðan hjá kvinnum: (topp 5)
1. Gunnbjørg Dam 68 stig
2. Joan Edvør Thomasen 48 stig
3. Eydna Olsen 46 stig
4. Annika Joensen 38 stig
5. Terja Ósá 34 stig
Myndir: Kristian Joensen
Keldur: Dartsamband Føroya




