Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bogi og Kristian umboða KDF í FM leygardagin

Jákup Ósá

Leygardagin verður føroyameistarin í dart funnin, tá endaliga kappingin verður í Skopun. Bogi Isaksen og Kristian Joensen umboðað KDF og báðir hava til tíðir verið millum bestu leikararnar í hesum kappingarárinum.

Bogi Isaksen hevur seinastu árini verið fastur partur av oddinum í dartkappingini. Bogi vann A-bólkin í FM kappingini í Miðvági fyrr í ár, sum var partur av FM kappingini.

Kristian Joensen hevur havt trupult við at koma á støðið, sum hann var á fyri nógvum árum síðani. Men seinastu mánaðirnar hevur veruliga gingið framá og Kristian hevur ikki spælt betri í nógv ár enn hann ger í løtuni. Síðstu kapping tapti hann finaluna í A-bólkinum og hetta er hansara nógv besta úrslit seinastu árini.

FM kappingin er skipað soleiðis, at 8 teir bestu leikararnir í FM kappingini vera styrkismettir og fara í hvør sín bólk, men burtursæð frá tí, so hevur samlaða FM støðan ongan týdning til hesa endaligu FM kappingina. Remy G. Hansen frá Kongshavn og Petur Thomsen frá Tofta Dart liggja ovast fyri kappingarárið og mugu tí metast sum favorittar. Men sum úrslitini hava verið síðstu tíðina, so er tað rættuliga opið, hvør vinnur, tí fleiri aðrir hava spælt seg í finalurnar seinastu tíðina. At kappingin verður stroymd hjá KVF og at nógv meir verður gjørt burturúr enn vanligt kann eisini spæla inn. Tað ræður um at halda høvdið kalt í broyttu umstøðunum og tað kann vera ymiskt, hvussu leikararnir takla tað. Hjá monnunum luttaka 32 mans.

Eingin kvinna úr KDF luttekur í kvinnukappingini, har 8 luttakarar eru.