Í sambandi við at Norðdepil fyllir 150 ár tann 28. august, verða tvær áhugaverdar framløgur í Skúlanum á Fossánesi í kvøld.
Klokkan 19 verður bókin ”Hetta er okkara bygd” (eftir Snorra Brend) løgd fram, og klokkan 20 verður filmurin ”Norðdepil, heimstaður okkara í 150 ár” (eftir Zakarias Hammer) sýndur.
Um bókina kann í stuttum sigast, at talan er um nútíðar søgu, sum byggir á samrøður við núlivandi fólk í Norðdepli. (Greitt verður nærri frá um bókina í Norðlýsinum, sum kemur út í morgin).
Filmurin fer longur aftur í tíðina, men Zakarias letur fólk á staðnum greiða frá søguni. Hann hevur eisini brúkt gamlar filmsupptøkur, bæði frá 100 ára haldinum í 1966, frá grindadrápi fyri nógvum árum síðani og upptøkur sum hann sjálvur hevur gjørt í sambandi við onkra sjónvarpssending.
Vit fara at gera meira burturúr filminum her á heimasíðuni í morgin.




