Hósdagin 21. november verður bjóða til bókaframløgu á Hafnia. Tað er í samband við nýggju skaldsøguna “Hans Jensen” hjá Hanusi Samró. Framløgan verður kl.16.00.
Hósdagin 21. november verður bjóða til bókaframløgu á Hafnia. Tað er í samband við nýggju skaldsøguna “Hans Jensen” hjá Hanusi Samró. Framløgan verður kl.16.00.
“Hans Jensen” er ein politisk spenningssøga, ið millum annað viðger uppboðssøluna av sild og makreli, handilsstongsulin hjá ES og avbjóðingina við fólkavøkstri og fólkatilflyting. Tað er í gjøgnum eyguni á vinnulívsmanninum, Hans Jensen, at avbjóðingarnar verða viðgjørdar.
Brot úr søguni:
Hans Jensen er farin til Dubai í arbeiðsørindum, tá túrurin far eina bráða vend. Skal hann selja prinsippini og fara eftir vinninginum ella halda fast við grundhugsjónina, men missa vinningin? Um ætlanin skal eydnast, verður hann noyddur at fáa politisku skipanina við. Spurningurin er, um politiska skipanin vil samstarva, tí Hans Jensen er ikki beinleiðis vinarligur, tá tað kemur til almennu umsitingina.
Bókin er 424 síður.
Bókaútgávan verður á Hafnia hósdagin 21. november kl.16.00.
Øll eru vælkomin.




