Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bókakvøld

Norðlýsið

Hoyr um bøkurnar ”Burtur” og ”Jana – eitt hjartabarn"

Bókakvøld á Klaksvíkar bókasavni

Týskvøldið 23. januar klokkan 19.30 verður bókakvøld á bókasavninum. Bergtóra Hanusardóttir fer at siga frá nýggju skaldsøgu síni ”Burtur”, og Helena og Hanus Samuelsen fara at siga frá bókini ”Jana – eitt hjartabarn”. Eisini luttaka næmingar úr Klaksvíkar Tónlistaskúla við tónleiki.

Skaldsøgan ”Burtur” kom út beint fyri jól og er um tey bæði Sólju og Róa, sum fara niður til Danmarkar í lestrarørindum í 1970’unum, har tilveran burturi ikki verður heilt sum tey høvdu væntað. Tey skulu kunna seg við eitt nýtt land og eina nýggja mentan. Og tey skulu kunna seg við hvørt annað og duga at lofta sær í tí fremmanda.

Bergtóra Hanusardóttir hevur útgivið tríggjar skaldsøgur og eitt stuttsøgusavn, og hennara bøkur vera nógv læntar á bókasavninum.

Bókin ”Jana – eitt hjartabarn” kom eisini út beint undan jólum,og áhugin fyri bókini hevur verið sera stórur. Bókin var millum mest seldu bøkur áðrenn jól. Tað er Tórun Ellingsgaard, ið hevur skrivað bókina, ið snýr seg um menningartarnaðu Janu, sum er dóttir Helenu og Hanus Samuelsen. Bókin er ein hugvekjandi søga, ið umframt at siga søguna hjá Janu eisini sigur frá tí stóra arbeiði, sum nakrar eldsálir, harímillum Helena og Hanus Samuelsen; hava gjørt fyri at betra støðuna hjá teimum menningartarnaðu í Føroyum.