Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Bollafabrikkin og Ídni aftur til heiðurs

Oliver Joensen

Tað sigur borgarstjórin Karl Johansen. Tá tað snýr seg um Bollafabrikkina gomlu á stongunum, sum hevur hýst nógvum egningarskúrum tey nógvu seinnnu árini, so er Klaksvíkar býráð í samráð við eigararnar um, at býráðið yvirtekur bygningin og ger hann í stand. Í bygninginum eru nakrir tinglisnir egningarskúrar.  Ætlanin er at teir skulu halda áfram sum higartil, men at Býráðið ognar sær húsið og harvið ovaru hæddina. Vit ætla, sigur Karl Johansen, borgarstjóri, at Bollafabrikkin skal setast í stand so nær tí upprunaliga sum møguligt.

Økið aftanfyri skúrarnar og norðanfyri Bollafabrikkina skal eisini ruddast.

Tá tað snýr seg um Ídni, so hava vit verið í samband við AA felagsskapin, ið heldur til á ovaru hædduni í Ídni í syðra enda. Felagsskapurin er hugaður at halda fram í hølunum og hevur sagt seg sinnaðan at vera við í arbeiðinum at endurreisa Ídni.

Í mínum hugaheimi skal Ídni gerast aftur so nær upprunastandi sum gjørligt.