Leygardagin klokkan 13 varð skipað fyri bønartiltaki á Tinghúsvøllinum í Havn. Tiltakið var eitt tvørkirkjuligt tiltak, har fólk úr kirkjum og samkomum sungu og bóðu saman. Biðið varð fyri bæði lokal- og landspolitikarum og ymisku økjunum í samfelagnum.
Veðrið var sera gott leygardagin, og væl av fólki vóru møtt til tiltakið.




