Nýggi handilin hjá Bónus í Hoyvík letur upp týsdagin 9. juli. Leygardagin frammanundan, 6. juli, verður stórt ókeypis familjutiltak uttan fyri nýggja Bónus við m.ø. donsku rockmammuni Sanne Salomonsen
Nýggi handilin hjá Bónus í Hoyvík letur upp týsdagin 9. juli. Leygardagin frammanundan, 6. juli, verður stórt ókeypis familjutiltak uttan fyri nýggja Bónus við m.ø. donsku rockmammuni Sanne Salomonsen
Tað verður við buldri og braki, at fyrsti handilin í Hoyvíkshaganum letur upp, eftir at fyrstu íbúgvarnir í nýggja býarpartinum hava búð har í nøkur ár.
Bónus letur upp nýggjan handilin við Karlamagnusarbreyt týsdagin 9. juli, og hetta verður hátíðarhildið við familjutiltaki leygardagin frammanundan – 6. juli.
Tiltakið verður á parkeringsplássinum uttan fyri nýggja Bónus, sum liggur á horninum millum Karlamagnusarbreyt og Atlagøtu.
Danska rockmamman, Sanne Salomonsen, syngur á tiltakinum, har Jens Marni Hansen, Hallur Joensen, Signar í Homrum og bólkurin, Flamma, eisini fara at syngja og spæla.
Trøllapætur og klovnurin, Bubu,koma harumframt at vitja tey smærru børnini. Eisini kunnu børnini m.a. stuttleika sær í hoppiborgum,karusellum og koyra minitok.
Undirhaldið er ókeypis, men Hvonn og Okkara fara at selja mat og drykkjuvørur, so ongum nýtist at ganga svangur og tystur.
Karlamagnusarbreyt er ætlað sum handilsgøta í býlinginum við Løgmannabreyt, og Bónus verður sostatt fyrsti handilin í nýggju handilsgøtuni.
Handilin í Hoyvík verður líka stórur sum Bónus í Miðlon – 850 fermetrar.
20 fólk eru sett í starv í Bónus í Hoyvík, og tilsamans starvast 120 fólk í Bónushandlunum kring landið.
Vinarliga
Bónus




