Ímeðan eg skrivið, koyra teir rúsur umborð á Borðoyarnes, sum fer aftur á krabbaveiðu í kvøld, helst áðrenn miðnátt. Christian Guttorm Mathiesen, reiðari og skipari á Borðoyarnesi sigur, at hann er sera væl nøgdur við veiðuna higartil. Eg vildi ynskt at tað vóru enn fleiri krabbabátar, nógvur krabbi er til, men økið er so ógvuliga stórt, at tað hevði komið væl við, um vit vóru fleiri at leita. Eg haldi at pláss er fyri út ímót 10 bátum á krabbaveiðu.
Tað hevur gingið væl at fingið manning. Miðalaldurin umborð hjá okkum er lágur, teir flestu menninir liggja ímillum 16 og 18 ár, so tú kanst ætla at hetta er rakst fólk og eg kenni tað sum at hetta er júst sum í gomlum døgum. Christian Guttorm rópar á Jónas, ið er ættaður av Sandi, men býr í Hósvík. Jónas sigur mær, at hann er 16 ára gamalur, og at hann fór úr 8. flokki í skúlanum. Mær dámar sera væl umborð her og eg havi avgjørt, at eg ætli mær at vera sjómaður.
Christian Guttorm sigur víðari, at hann er sera glaður fyri unga fólki og at teir ansa væl eftir teim ungu. Vit hava annars fingið eina kalvakvotu á Flemish Cap. Ætlanin er at royna við rúsum eftir krabba til Ólavsøku og síðani fara vit vestureftir á Flemish Cap leiðirnar. Vit hava søkt um at sleppa at landa kalvan í New Foundlandi. Orsøkin er, at kalvi verður lítið og einki viðgjørdur í Føroyum, men fer fyri tað mesta heilur av landinum, tí vænta vit at tað fer at bera til at fáa loyvi at landa har yviri, soleiðis at vit kunnu gera einar tríggjar túrar, uttan at sigla heim ímillum. – Menninir og serliga teir ungu, eru sera spentir uppá Flemish Cap í summar, segði Christian Guttorm Mathiesen, skipari og reiðari á Borðoyarnesi at enda.










