Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórar mótmæla niður- laðingini av Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Nordlysid

Í almennari áheitan á løgmann, landsstýrismannin í heilsumálum, landsstýri og løgting, gera allir borgarstjórarnir í Norðoyggjum greitt, at teir góðtaka ikki, at landsstýrið nú í fleiri ár hevur sagt seg arbeiða við at skipa uppgávubýtið millum tey trý sjúkrahúsini, men púrt einki er hent á hesum øki. Samstundis hevur Klaksvíkar Sjúkrahús bløtt illa og livir í stórari og skaðiligari óvissu.

Alment skriv til landsmyndugleikarnar

Nú er nóg mikið drálað við at áseta uppgávubýtið millum sjúkrahúsini – verandi støða er óvirðilig

 

Undirritaðu borgarstjórar í Norðoyggjum góðtaka ikki, at landsstýrið nú í fleiri ár hevur sagt seg arbeiða við at skipa uppgávubýtið millum tey trý sjúkrahúsini, men púrt einki er hent á hesum øki. Samstundis hevur Klaksvíkar Sjúkrahús bløtt illa og livir í stórari og skaðiligari óvissu.

 

Eitt tað ringasta, tú kanst gera ímóti einum øðrum, er at ignorera, at viðkomandi er til, men júst hetta er tað, sum avvarðandi landsmyndugleikar í stóran mun gera ímóti Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Eingin føst ætlan fyriliggur alment um, hvørjar uppgávur hetta væl virkandi sjúkrahús skal hava sum partur av Sjúkrahúsverki Føroya, og heldur eingin politikkur staðfestir alment, hvørjir læknar skulu vera í føstum starvi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, eins væl og á hinum báðum sjúkrahúsunum.

Avleiðingin av hesum lítið virðiligu og óskipaðu umstøðum er, at hesin, eftir føroyskum viðurskiftum, stóri stovnur, ikki fær virkað fullgott, leiðslan er treytað av “náði” frá tí til eina og hvørja tíð sitandi landsstýrismanni, og ringast av øllum: óvissan og lutvíst ótryggleikin breiðir seg millum tey sera dugnaligu starvsfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Klaksvíkar Sjúkrahús er ein aldargamal stovnur, sum í áratíggjur trúfast hevur tænt borgarunum í hesum landi, og ikki munnu tey mannalív vera fá, sum hesin væl virkandi stovnur hevur bjargað.

Tí hevur Klaksvíkar Sjúkrahús alt annað uppiborið enn at verða offur fyri tí óskipaða uppgávubýti, sum í dag sær út til at vera millum sjúkrahúsini, og sum í síðsta enda førir til, at hesir stovnar, sum áttu at samstarvað tætt, nú ístaðin verða lokkaðir til at kappast sínamillum um at fáa sum mest av uppgávum og sergreinum í sín part.

Í løtuni sær Klaksvíkar Sjúkrahús út til at vera tann stóri taparin í hesum innanhýsis stríði. Stórar milliónaíløgur verða gjørdar í samfelagnum, meðan tað, sum Klaksvíkar Sjúkrahús fær, bert eru molar og viðfáningur.

Hesar manglandi politisku avgerðirnar um fast ásett uppgávubýti millum tey trý sjúkrahúsini hava eftir øllum at døma ført til, at almennu fjølmiðlarnir nú hava yvirtikið “stýringina” av hesum álvarsama máli, tí nú fyri tíðina gongur tað mest sum ikki dagur, har okkurt umboð fyri KvF er inni á Landssjúkrahúsinum við mikrofon ella upptøkutóli.

Soleiðis hevur politiskt atgerðarloysi elvað til, at fjølmiðlarnir spæla ein alt ov sentralan og tíverri heldur ikki óheftan leiklut í spurninginum um skipan av Sjúkrahúsverkið Føroya.

Eitt slíkt innanhýsis stríð millum sjúkrahúsini, sum mest er átøkt seigpíning av hvørjum øðrum, er av sonnum ein ógvuliga óhóskandi arbeiðsháttur fyri eitt sjúkrahúsverk, har sjúkrahúsleiðslur og læknar ístaðin áttu at brúkt alla stóra orku uppá at grøða og byggja upp.

Í síðsta enda er tað tann føroyski sjúklingurin, sum rindar “rokningina” fyri hesar óvirðiligu umstøður, og gjaldið er tíverri ikki bara í krónum og oyrum, men meira álvarsamt enn tað.

Núverandi landspolitiska leiðsla sær út til at halda, at leiðandi læknar og sjúkrahúsleiðslur sjálvar skulu finna útav at skipa sjúkrahúsverkið, men hetta er ein ógvuliga stór misskiljing. Hetta er sjón fyri søgn í dag, har klandur og stríð tíverri eru sterkastu signalini, sum Sjúkrahúsverk Føroya sendir út í almenna rúmið.

Nei, politiskt atgerðarloysi er ikki leiðin at ganga. Tvørturímóti eigur politiskta leiðslan at seta út í korti eina greiða visjón, ið tænir sjúklinginum og øllum tí føroyska heilsuverkinum til besta.

Undirritaðu borgarstjórar í Norðoyggjum vilja tí við hesum alment, staðiliga heita á Kaj Leo Johannesen, løgmann, Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum, landsstýrislimir og løgtingslimir um klárt og greitt at áseta uppgávu-, lækna- og sergreinabýtið millum tey trý sjúkrahúsini í Sjúkrahúsverki Føroya.

Hetta er einasta loysnin á verandi, ótolandi støðu, soleiðis at virðiligar umstøður aftur kunnu valda innan hetta týdningarmikla verk, og leiðslur, læknar og starvsfólk aftur kunnu brúka sína tíð og orku upp á tað, tey eru best til, nevniliga at vera og virka sum sjúkrahús.

 

Klaksvík, 13. mai 2015

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu

Hans J. Kallsberg, borgarstjóri í Viðareiðis kommunu

Meiken Michaelsen, borgarstjóri í Kunoyar kommuna

Magni Garðalíð, borgarstjóri í Húsa kommuna

Amalia í Frammistovu, borgarstjóri í Fugloyar kommunu