Í yvirlýsing niðanfyri, mótmæla borgarstjórarnir við Skálafjørðin harðliga ætlanunum, at leggja Skálafjarðartunnilin í eitt alment partafelag.
Yvirlýsing
Viðvíkjandi Skálafjarðartunlinum.
Borgarstjórarnir við Skálafjørðin mótmæla harðliga ætlanunum, at leggja Skálafjarðartunnilin í eitt alment partafelag.
Vit heita á landsins myndugleikar, um at halda seg til løgtingssamtyktina, sum gevur landstýrismanninum í vinnumálum heimild til at fara í samráðingar við eitt privat felag, um at gera fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy, og fast samband um Skálafjørðin.
Hans Jacob Lamhauge borgarstjóri, Runavíkar kommuna
Malena Thomsen borgarstjóri, Sjóvar kommuna
Símun Johannesen borgarstjóri, Nes kommuna




