Tað ljóðar so tilforlátiligt, tá fíggjarmálaráðkvinnan í útvarpinum sigur, at hon ynskir at fáa í lag “samstarv” við kommunurnar um íløgurnar hjá landi og kommunum, men aftan fyri hetta ynskið hjá Kristinu Háfoss liggur eitt tilmæli frá Búskaparráðnum um eina “játtanarskipan”, har “kommunurnar verða settar undir størri eftirlit, tá tað snýr seg um íløgur”.
Sum býráðslimur í Klaksvíkar býráð í nøkur ár havi eg tíverri longu sæð dømir um, hvussu skeivt tingini kunnu fungera, tá landsstýrið og fulltrúar í landsumsitingini fáa møguleikan at hava “eftirlit” við kommunustýrum, sum fólkið hevur valt at stýra sínari kommunu.
Eg má tí siga sum er, at eg undrist á, at Búskaparráðið blívur við at koma við uppskotum um skipanir, har fólkaræði úti um landið verða løgd undir eitt umsitingarligt eftirlit í miðfyrisitingini, sum fólkið als ikki hevur valt.
Her mugu vit ikki gloyma, at land okkara er skipað sum eitt fólkaræði, har fólkið velur tey, ið skulu stýra ávíkavist landi og kommunum. Tí er tað prinsippielt heilt galið at gera skipanir, at tey, sum fólkið hevur valt at stýra, verða noydd at senda umsóknir til landsstýrisfólk og teirra embætisfólk í miðfyrisitingini, hvørja ferð eitt fólkavalt kommunustýri ætlar at gera eina íløgu. Hetta kann ikki koma upp á tal.
Eg vil tí heita á Jógvan Skorheim, Torbjørn Jacobsen og Anniku Olsen um, saman við hinum borgarstjórunum og kommunustýrislimunum, at vera á varðhaldi ímóti hesum ætlanum.
Her vil eg sitera búskaparfrøðingin, Johnny í Grótinum, sum á sínum Facebook-vanga staðfestir, at tað er landið og feløgini undir landinum, sum gera tær flestu og størstu íløgurnar. Víðari staðfestir hann, at “síðani 2015 eru árligu íløgurnar hjá hesum stovnum/fyritøkum øktar við nærum eini miljard krónum ella 159%, meðan kommunalu íløgurnar eru øktar við 200 mió. kr ella 52%”, skrivar búskaparfrøðingurin, sum staðfestir, “at landið í veruleikanum eigur svartaper í almennu íløgustýringini, har tey hava fult formligt ræði á hesum íløgum”.
Tað vildi tí verið meira rímiligt, um landið setti fokus á egnar íløgur, og tað er als ikki ein gongd leið at seta nakra “játtanarskipan” í verk, har “kommunurnar verða settar undir størri eftirlit, tá tað snýr seg um íløgur”, so sum Búskaparráðið mælir til.
Borgarstjórar! Vit mugu ikki missa fólkavalda kommunala sjálvræðið!
Klaksvík, 9. september 2018
Herfrí Sørensen
Býráðslimur í Klaksvíkar býráð



