Steinbjørn O. Jacobsen og Fríðgerð Heinesen, borgarstjórar í ávíkavist Klaksvíkar og Leirvíkar kommunum, rópa nú varskó,
nú tað frættist, at ætlan landstýrisins er at leggja fyri løgtingið løgtingslóg um at seta úr gildi lógina um endurgjald til kommunur í samband við, at sjóvegis farleiðin hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður.
Vitandi, at fleiri kommunur hava eftir galdandi lóg fingið endurgjald fyri niðurlagda sjóvegis farleið, hava borgarstjórarnir í Leirvík, Fríðgerð Heinesen, og í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, gjørt av at venda sær til landstýrið og boða frá, at hvørki Leirvíkar Kommuna ella Klaksvíkar Kommuna góðtaka, at henda lóg nú verður tikin av.
Hetta er ein lógartryggjaður rættur, sum er komin øðrum kommunum í somu støðu tilgóðar, og tí kemur hetta ógvuliga dátt við, at landstýrismaðurin uttan ávaring ella kunnan frammanundan, ætlar við einum pennastroki at fáa løgtingið at avtaka lógina.
Sum skilst ger landsstýrismaðurin hetta við m.a. tí grundgeving, at ongin peningur er settur av á fíggjarløgtingslógini fyri 2006, hóast hvørt mansbarn visti, at henda farleið fór at verða niðurløgd í 2006.
Samstundis heita borgarstjórarnir á løgtingslimirnar um at hava eitt vakið eyga við hesum málinum og forða fyri, at henda lóg verður tikin av.




