Atlantis skuldi ligið í Århus – Atlantis er besta spælistað, eg havi verið í!
Hevði tað borið til, so hevði eg flutt Atlantis til Århus, segði ein væl nøgd Maria Guttesen í Atlantis í gjárkvøldið.
Enn ein frálík konsert av Mariusa hond, varð framførd – hesaferð í Atlantis. Tað var ikki hyssini upphyting hon fekk. Fyrst dóttir Sebastian, Sara Grabow síðani Guðri Hansdóttir. Eisini sungu hesar báðar til endans saman við Mariu.
Á fremsta bonki sat borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen og lurtaði. Hann er tónleikaáhugaður og bæði spælir og syngur. Men høvuðsgrundin var nokk, at hann vildi sleppa at uppliva Mariu, sum er syskinabarn hansara, á palli í Klaksvík.
Maria fegnaðist um at vera í Klaksvík; samstundis sum hon harmaðist um, at hetta var fyrsta ferð hennara á palli í Klaksvík. Hon mintist á góðar gamlar dagar í grannalagnum hjá Atlanstis, har hon oftani hevði borað seg undir dýnuna hjá ommu síni.
Hetta vóru góðir dagar, sum veittu henni tryggleika, segði Maria Guttesen, sum er og kendi seg sum hálvan Klaksvíking.
Tit eiga at vera errin av Atlantis sum eitt sera gott spælistað, segði ein altíð væl uppløgd Maria Guttesen!




