Elin Lindenskov, 2. varaborgarstjóri og býráðslimur í Tórshavnar Býráð, heldur at Heðin Mortensen átti at havt nokk at gjørt sum borgarstjóri men samstundis heldur hon at Havnin hevur tørv á eini rødd í løgtinginum

– Vit hava ikki viðgjørt málið enn og tí havi eg ikki tikið støðu, men eg haldi at borgarstjórin átti at havt nóg mikið at bjørt sum borgarstjóri. Samstundis eri eg samd í at Havnin tørvar eini rødd í Løgtinginum so eg fari at bíðja við at taka støðu til vit hava viðgjørt málið í býráðnum.
– Men neyðugt verður tó at bíta ábyrgdarøkini og arbeiðsbyrðuna øðrvísi um Heðin Mortensen skal baði verða tinglimur og borgarstjóri, sigur Elin Lindenskov, 2. varaborgarstjóri og býráðslimur í Tórshavnar Býráð.