Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin gleðir seg til býráðsvalið

John William Joensen

– Vit hava gjøgnumført eina rúgvu av týðandi málum og tí er hugaligt at síggja fram móti býráðsvalinum, men sjálvur havi eg ikki tikið nakra avgerð

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, sum á seinasta býráðsvalinum sló øll atkvøðumet, sigur at hann ikki enn hevur tikið avgerð um sína politisku framtíð.

– Tað er eingin ivi um at tíðina vit hava verið í býráðspolitikki er sera nógv hent í Klaksvík, men enn havi eg ikki tikið støðu til um eg skal stilla upp aftur.

– Nógv spennandi mál standa fyri framman, men sjálvandi fari eg fyrst at tosað við mítt persónliga og politiska bakland.

– Tjóðveldi hevur uppstillingarfund í næstum – men tá verið eg burturstaddur.

– Eg fari tó at boða frá mínum ætlanum á uppstillingarfundi í flokkinum, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í stuttari viðmerking.