Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin hitti norðurlendskar fiskimálaráðharrar

Dávur Winther

2. og 3. juni hevur ein altjóða ráðstevna verið í Norðurlandahúsinum undir heitinumGrowth in Blue Bio-Economy, møguleikar fyri vøkstri í tilfeingisvinnu í havinum. Tað er norðurlanda havtankasmiðjan, Nordic Marine Think Tank, ið hevur skipað fyri ráðstevnuni.

2. og 3. juni hevur ein altjóða ráðstevna verið í Norðurlandahúsinum undir heitinumGrowth in Blue Bio-Economy, møguleikar fyri vøkstri í tilfeingisvinnu í havinum. Tað er norðurlanda havtankasmiðjan, Nordic Marine Think Tank, ið hevur skipað fyri ráðstevnuni.

Ein av høvuðs ímyndunum fyri ráðstevnuna var Kópakonan, sum prýddi allan endaveggin í stóru høllini í Norðurlandahúsinum.

Tí endaði dagurin í gjár við, at alt hetta stóra fylgið av fremmandu gestum við embætisfólkum frá fiskimálaráðunum úr Íslandi, Grønlandi og Álandi, Seyskelloyggjunum og Føroyum og ráðharrar teirra – eini 40 fólk, fóru norður til Mikladals í gjár at heilsa uppá Kópakonuna.

Og sjálvandi hugtók hon fremmandu gestirnar nógv og ikki minst tað stórsligna nattúruvakra økið, hon stendur í.

Tá ið ferðalagið kom aftur til Klaksvíkar, varð boðið til ein døgurða í Spaniastovu, har borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim eisini var boðin við. Her fekk hann høvið at greiða frá um tilgongdina av Kópakonuni og um serstøku hølini í Spaniastovu, Klaksvíksstríðið o.a.

Eisini sluppu tey at síggja serstaku hølini, har Apotikið fyri tíð síðan helt til. Her greiddi Jógvan E. Ósá meistarliga frá.

Growth in Blue Bio-Economy

Ráðstevnan hevði heitið, Growth in Blue Bio-Economy, møguleikar fyri vøkstri í tilfeingisvinnu í havinum. Bio-economy, ella bláur tilfeingisbúskapur, er búskapur, sum byggir á livandi tilfeingið í havinum.

Fiskimálaráðharranir úr Íslandi, Grønlandi og Álandi, umframt fiskimálaráðharrin frá Seyskelloyggjunum, vóru við í Føroyar í samband við altjóða ráðstevnuna sum umtalaði ”Vøkstur í bláa tilfeingisbúskapinum í Norðuratlantshavi og Arktis”.

Á ráðstevnini vórðu víst dømi um hvat longu er gjørt, og hvat kann bera til at gera enn betur, um rætt verður atborið.