Tampere hátiðarheldur 230 ára føðingardag sín í hesum døgum, har hópin av umboðum frá vinarbýunum eru boðin við.
32 umboð fyri vinarbýirnar úr Týsklandi, Litavia, Australia, Pólandi, Ungarn, Tanzania, Kekkia, Eystlandi, Svøríki, Noregi, Danmark, Íslandi eru boðin við – og eisini Gunvá við Keldu, borgarstjóri í vinarbýnum Klaksvík, er boðin við.
Drúgv og rúgvismikil skrá er løgd fyri vitjanina, sum byrjaði mikudagin og endar fríggjadagin.
Rundferðir í býnum, har m.a. mentanarlig- og vinnulig umráðandi støð verða umtalað og sýnd fram.
Eisini er møguleiki at at síggja søvn sum stóra listasavnið Vapriikki og stóra býarbókasavnið, ið hevur vitjandi hvørt 6 sekund. Bókasavnið hýsir stórum savni úr Mumindalinum, við hópin av søgum, tekningum og lutum úr hesum kenda barnaheiminum.
Í dag var ein vegvísari til allar vinabýirnar avdúkaður mitt í býnum. Borgarstjórin Timo. P. Nieminen skuldi avmyndast saman við hópin av umboðum fyri vinarbýirnar. So tó at løtan var serliga hátíðarlig, so var onkur skemtilig mynd fingin við eisini.
Onkursvegna kendi tú teg heima her – Hygg, hatta er tað føroyska flaggið, og har stendur Klaksvík, serliga sjónligt í mun til gøtuna, tú gekk eftir – mitt í býnum.
Tað kendist væl!
Tað eru 210.000 íbúgvarar í Tampere, harav bert 1000 svensk-finnar eru í býnum. Býurin er kendur vinnubýur við hátøkni, ríkum lestrarumhvørvi, gransking, og er grannabýur við Nokia. Mongu timbur- pappírs- og klædnaverksmiðjurnar, sum fyrr lógu mitt í býnum vegna stóru ánna, ið flutti timbrið, verða í dag í stóran mun nýttar sum sum søvn, matstovur, miðlaverkstaðir og til undirvísing av ymiskum slagi.




