Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin í Klaksvík til uttanumtos í Degi og viku!

Bergur Jacobsen

Demokrati snýr seg um ávirkan, sigur borgarstjóriní Klaksvík. Skilagóð fólk siga, at demokrati snýr seg um virðing og valdsbýti!

Demokrati snýr seg um ávirkan, sigur borgarstjóriní Klaksvík. Skilagóð fólk siga, at demokrati snýr seg um virðing og valdsbýti!

Hugnaprátið millum sjónvarpsvertin og borgarstjóran snúði seg um tað at vera barnafaðir, um hvussu mangir tínmar eru í samdøgrinum, og um tað ber til, reint fysiskt, at røkja bæði størvini,sum tinglimur og borgarstjóri, um dupulta løn, loyalitet móti veljarunum, og so framm vegis.

Alt samalt áhugavert hugnatos! Men, demokratinum óviðkomandi – tí sat udirritaði spentur og bíðaði eftir at sjonvarpsverturin og borgarstjórin fóru at náa sjálva hjarnuna í málinum. Og tá borgarstjórin loksins nevndi orðið demokrati, so hugsaði undirritaði, at nú verður tað!Men, Ak og ve! Sendingin um eitt álvarsmál, endaði sum túnatos.

Spurningurin um at vera tinglimur (lóggevari) og býráðsformaður (umsitari) samstundis, er ein grundleggjandi prinsippspurningur í einum demokratiskum samfelag. Okkara demokratiska skipan, tá hon er best, er ikki grundað á vald og ávirkan, men á virðing og valdsbítið.

Í øllum væl virkandi demokratiium verður stórur dentur lagdur á býtið millum lóggevandi valdið og útinnandi valdið. Grundlógirnar ella grundsiðvenjurnar í demokratisku londunum royna at tryggja, at tað er eitt vatntætt skotti millum lóggevaran og útinnaran ella umsitaran.

Í rættinum kann dómarin ikki samstundis vera bæði ákæri og verji. Tey sum lóggeva eiga ikki samstundis at umsita lógina – ella, sum ein segði: ongin kann tæna tveimum harrum!

Men, borgarstjórjin í Klaksvík ætlar sær at tæna tveimum harrum, hann ætlar sær at vera lóggevari fyrrapartin, og at umsita lógina seinnapartin. Hann heldur at tað ber til at beina fyri tí skottinum millum lóggevandi og útinnandi valdið, hvørs høvusendamál er at forða fyri valdsmisnýtslu, kúgan og korruptiión.

2

Tað er eitt álvarsmál at ákæra ein sjónvarpsvert og ein borgarstjóra fyri væntandi dannilsi ella demokratiska uppæling, og tað eri eg sanniliga heldur ikki maður fyri at gera!

Men, sum ein gomul rotta, fari eg kortini at loyva mær at siga, at okkurt bendir á, at føroyingar hava «ilt í demoratinum»! – ella í hesum Søren Kierkegaard døgum, at onkrum føroyingum, í hvussu so er, væntar dannelse!!

Bergur Jacobsen