Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Borgarstjórin í Kujalleq vitjaði í Klaksvík

klaksvik.fo

Borgarstjórin í Kujalleq kommunu í Grønlandi, Stine Egede, vitjaði í Føroyum í undanfarnu viku. Hon legði eisini leiðina framvið Atlantic Fair, har hon hitti umboð fyri Klaksvíkar kommunu.

 

Karl Johansen, borgarstjóri, vísti Stine Egede runt á messuni, og síðan varð skipað fyri einum fundi á loftinum í KÍ høllini, har tað m.a. varð greitt frá ymiskum viðurskiftum í Klaksvíkar kommunu. Theresa Turidardóttir Kreutzmann, leiðari á Visit Norðoy, luttók eisini og greiddi hon frá um ferðavinnu í Norðoyggjum. Eitt nú bleiv tosað um, hvussu meira kann fáast burturúr cruice ferðavinnu. Nógv var at tosa um, og Stine greiddi m.a. frá, at tey hava vitjan av umleið 40 cruise skipum árliga.