Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Borgarstjórin í Vági um jóansøkuna

Jóhann Lützen

Norðlýsið hevur hitt borgarstjóran í Vági, Dennis Holm, á máli, og sett honum nakrar spurningar um Vág, har stevnan verður hildin, og jóansøkuna sum heild.

– Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, hvørjar visiónir eru fyri Vágs Kommunu?

DH: Visjónin fyri Vágs kommunu er at vit í felag – kommunan, vinnulív og fólk her á staðnum – skulu skapa eitt gott stað at búgva og virka í, bæði tá talan er um børn og ung, familjur og miðaldrandi og fyri tey, sum eru komin til árs.

 

– Og hvussu við framtíðarútlitum? Ofta hoyrist um at oyggin ikki hevur tað ov gott, ikki minst tá tað kom til yvirtøkuna av eldraøkinum, har tað frættist at kommunurnar í Suðuroy vóru um at kasta frá sær. Stendur tað so illa til?

DH: Suðuroyggin hevur stórar avbjóðingar, sum fólk í øðrum pørtum av landinum helst hava trupult við at fyrihalda seg til, tí okkara veruleiki í Suðuroynni er ein heilt annar enn veruleikin í t.d. meginøkinum.

Meðan so at siga onki arbeiðsloysi er í meginøkinum og í stórum pørtum av landinum annars, so eru tað aftur í 2018 fleiri dømir um, at ungar familjur flyta úr Suðuroynni vegna arbeiðsloysi.

Vit hava eisini stórar avbjóðingar við fólkatalinum, sum stendur í stað, samstundis sum aldurs- og kynssamansetingin verður alsamt meiri skeiklað. Tað verða fá børn fødd, eru lutfalsliga fá børn og ung, og harumframt lutfalsliga fáar kvinnur í burðarførum aldri – og av somu orsøk hava vit eisini lutfalsliga nógv í eldri árgangunum. Gongdin í barna- og ungdómsárgangunum hevur ávirkan á dagstovnaøkið og fólkaskúlar, og ikki minst á ítróttarfeløg og frítíðarvirksemi, tí tað gerast alsamt færri til at “manna hesi liðini”.

Av tí at virksemið er lutfalsliga lágt, samanborið við restina av landinum, so ávirkar hetta eisini inntøkurnar hjá fólki og harvið inntøkurnar hjá kommununum, sum ikki hava havt sambæriligan vøkstur við kommunur í meginøkinum.

So ja, tað stendur ikki heilt væl til, men tað eru tó ábendingar um, at á vinnuliga økinum fer at verða meiri virksemi í komandi tíðum, og vóna vit, at hetta eisini ávirkar á øðrum økjum, bæði á fólkatalsøkinum og hvat inntøkum hjá kommununum viðvíkur.

 

– Suðuroyarbátarnir klára seg vanliga væl til kappróður. Í fjør gjørdi Tofta-Regin bart, og í ár er tað Suðuroyingur. Í fótbólti varpaði felagsliðið úr Suðri bæði Føroyameistaran og nr. 2 úr steypakappingini.  Hevur ítrótturin í oynni tað gott?

DH: Tað er við stoltleika at fylgt verður við kappróðrinum úr Vági í ár. Tað eru helst fleiri enn 50 ár síðani, at Vágs Kappróðrarfelag hevur havt so sterka umboðan í kappróðrinum, heilt frá barnaróðrinum til 10. mannaførini. So á kappróðurin í Vági er í stórum blóma og eiga fólkini handan Vágs Kappróðrarfelag stórt rós uppiborið fyri teirra stóra arbeiðið.

Í fjør byrjaði eitt nýtt tíðarskeið fyri fótbóltin í Suðuroynni. Fótbóltsfeløgini valdu at skipa samstarv í vaksnamannadeildini, ja, heilt frá U15 og uppeftir. Og hetta tekur sjálvsagt tíð at byggja upp. Nú eru vit farin til gongu og hóast byrðan er tung at lyfta, so gongur tað hvønn mánað rætta vegin – og ivist eg ikki í, at vit um nøkur ár fara at heysta frukturirnar av tí samstarvi, sum byrjaði í 2017.

 

– Fyrr var tað soleiðis at allir teir nýklaktu studentarnir fóru á jóansøku í húgvu. At tónleikafestivalar norðanfyri forstýra gomlu kappróðrarstevnurnar hevur kanska serliga rakt jóansøkuna. Voxbotn verður fyrst lagt, og so má jóansøkan tilpassa seg tí. Merkist tað, at til dømis ikki líka nógvar pisur við húgvum eru at síggja sum fyrr?

DH: Eg skilji væl, at tað er áhugavert at skipa fyri alskyns stórum summartiltøkum í miðstaðarøkinum, har fleiri stór nýggj tiltøk hava sæð dagsins ljós seinastu árini. Men eg haldi tað er eitt sindur hugstoytt, at so lítil virðing er fyri t.d. jóansøkuni, sum hevur næstan 100 ár á baki – og sum hvørt ár síðani 1924 hevur ligið sama vikuskiftið. Voxbotn legði seg beint á jóansøkuna, ongin hædd tikin fyri nøkrum, og endamálið er og var eittans, at draga øll tey ungu til stóra tónleikaveitslu í Havn, tá tey eru liðug við útbúgvingina.

­­Voxbotn er lagt eftir nær studentarnir fáa húgvuna, tí er Voxbotn eisini flutt eina viku í ár, og jóansøkan kann “venda aftur” til siðvanda vikuskiftið nærmast jóansøkudegi 21. juni, og ikki sum seinastu jóansøku í Vági, sum varð fyrst í juli mánað. Í ár hava studentarnir ikki fingið húgvuna, tá jóansøkan er, so her verða ikki nakrar pisur í húgvum á jóansøku og heldur ongin pisurøða, sum var vanligt, áðrenn Voxbotn kom uppí leikin.

 

– Og til endans: Hvussu ætlar borgarstjórin at halda Jóansøkuna í 2018?

DH: Jóansøkuna haldi eg altíð saman við familjuni. Børnini íðka ítrótt, so vit fara til fótbólt saman við teimum.

Sum vant fara vit eisini til kappróður og verður tað serliga spennandi at fylgja við hvussu tað fer at gangast lokalum bátunum. Fótbóltsdysturin á Eiðinum er eisini fatur partur av jóansøkuni, har Suðringar og HB í ár skulu spæla á nýggja graslíkisvøllinum á Eiðinum.

Fyri børnini er tað altíð forkunnugt at sleppa í jóansøku-tivoli, og har plaga vit altíð at hugna okkum saman við teimum, meðan man fær eitt gott prát við nógvu stevnugestirnar.

Eg fari at enda at ynskja øllum hjartaliga vælkomin til Vágs á jóansøku og ynski øllum eina góða jóansøku.

Harleywoodpaint