Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Borgarstjórin: Nú kemur lív í miðbýin

Jóhann Lützen

– “Eg eri ótrúliga glaður í dag”, segði borgarstjórin í Klaksvík, Karl Johansen, tá Norðlýsið spurdi hann um, hvat hann segði til, at Klaksvíkin nú loksins fær ein nýggjan húsarhaldsskúla. Nú eru vit komin har til, at sáttmálin er undirskrivaður, og byggiloyvi varð útskrivað fyrr í vikuni.

 

– “Hetta hevur verið ein lang gongd. Eitt tað fyrsta, sum eg var til, aftaná at eg varð blivin borgarstjóri, var at vera við til lisitatiónina til Húsarhaldsskúlan í februar mánað í fjør (2021, red.). Tá hildu vit, at nú var komið á mál, men tað hevur verið langt og drúgvt, og vit gleðast um, at arbeiðið nú kann fara í gongd”, segði borgarstjórin.

Tað er av sonnum farið at líkast í miðbýnum. Nýggja kappróðrarneystið fer at standa liðugt seinni í ár, SMJ skal byggja í økinum, nýggja Mentanarhúsið fer innan leingi eisini at standa liðugt, og eitt nýtt hotell er helst eisini ávegis í miðbýnum. Og so Húsarhaldsskúlin, so miðbýurin er veruliga farin at taka skap.

Til tað sigur Karl Johansen, borgarstjóri, at miðbýurin ordiliga byrjar at koma til sín rætt. Kommunan hevur júst havt fund við arbeiðsbólkin, ið arbeiðir við hotellinum, og har er somuleiðis komið rættiliga langt, sigur Karl Johansen.