Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin rósar tilbúgvingini

Norðlýsið

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur at ognir hjá kommununi eru ikki raktar av ódnar veðrinum sum var í vikuskiftinum, uttan onkrir smærri skaðar, men hann er sera fegin um at vit eiga fólk sum vilja gera eitt sera týdningarmikið arbeiði í sløkkiliðnum og í tilbúgvingini annars.

Sløkkiliðið í Klaksvík er fyri allar norðoyggjar og í vikuskiftinum hava teir trekt uppá fólk í øllum norðoyggjum og eg haldið tað er fantastiskt at vit eiga fólk sum fyrst og fremst luttaka í tilbúgvingar arbeiði av egnum huga, tí hetta arbeiði er ikki heilt vandaleyst.

Sløkkiliðið hevur gjørt eitt stórt arbeiði alt vikuskifti og í allan dag hava teir arbeitt við at tryggja eina røð av smáskaðum, tí veðurvánirnar siga nógvan vind komandi dagarnar, sigur Jógvan Skorheim borgarstjóri í stuttari viðmerking.